Úrskurður á veg um autismuráðgevar

Úrskurður á veg um autismuráðgevar
Fasti gerðarrættur hevur fýra vikur til at gera úrskurð í málinum um autismuráðgevararnar í Pedagogfelagnum
Fasti gerðarrættur fekk kæru um autismuráðgevarnar hálvan juni í 2017
 
28.02.2019 - 12:47

Úrskurðarfundur var í gjár. Málið er gamalt. Tað byrjaði í 2016, og hálvan juni 2017 kærdi Pedagogfelagið Fíggjarmálaráðið fyri sáttmálabrot.

Málið er um autismuráðgevarnar, sum eru limir í Pedagogfelagnum. Teir eru tríggir í løtuni.

Pedagogfelagið heldur uppá, at talan er um nýtt starv, sum eigur at verða flokkað, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Men Almannaverkið og Fíggjarmálaráðið halda uppá, at talan er um vanlig pedagogstørv, og tey eru flokkað.

Hanna Vang, Leivur Michelsen og Vígdis Johannesen eru dómarar, ella rættarlimir, í hesum málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542