Kostnaðurin ikki endaligur enn

Kostnaðurin ikki endaligur enn
Framvegis veit eingin, hvussu nógv, skúladepilin í Marknagili fer at kosta
Enn verður arbeitt í skúladeplinum í Marknagili. Enn veit eingin, hvussu nógv hann kostar.
 
08.03.2019 - 12:51

Framvegis veit eingin, hvussu nógv, skúladepilin í Marknagili fer at kosta.

Eingin verklagslóg hevur verið galdandi fyri skúladepilin í Marknagili síðani á nýggjárinum.

Men nú er uppskot um nýggja lóg komin í løgtingið. Lógin er galdandi til 31. desember í ár.

Arbeiðið hevur tó hildið fram í ár, tí arbeiðast kann fyri upp til tíggju milliónir krónur uttan verklagslóg.

Pengar í fíggjarlógini

Og pengar eru í fíggjarlógini fyri 2019. Har eru 14,4 milliónir krónur.

Fyribils vanta 46 milliónir krónur í, at arbeiðið er liðugt. Landsverk er ikki liðugt við endaligu uppgerðina.

Í fjør vórðu brúktar góðar 14 milliónir krónur í heimildarloysi, sigur Mentamálaráðið.

Eitt uppskot um eykajáttan til arbeiði, sum eftir røttum áttu at verið við í upprunaligu verkætlanini, kemur seinni, sigur Mentamálaráðið eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563