Bardist við duravørar

Bardist við duravørar
Nógv fólk vóru í býnum í høvuðstaðnum í nátt, og løgreglan hevði úr at gera. Eitt nú bleiv ein maður handtikin fyri at vilja berjast við duravørar.
 
10.03.2019 - 10:50

Lørgreglan hevur havt nógv at gera í høvuðsstaðnum í nátt.

Millum klokkan fýra og fimm í morgun varð ein maður handtikin fyri brot á politiviðtøkurnar, tí hann vildi berjast við duravørar á skeinkistøðum. Hann vildi ikki sissa seg, so hann varð tikin við á politistøðina.

Løgreglan arbeiðir eisini við einum harðskapsmáli, eftir at ein maður fekk snuddir í høvdið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan er ikki komin á mál við tí málinum, tí hon skal bæði tosa við mannin, sum fekk snuddir, og tann, sum er undir illgruna fyri at hava verið orsøkin til snuddirnar.

Ein maður sparkaði eina bilhurð í miðbýnum, so tað er eisini eitt mál hjá løgregluni.

Annars verður sagt av løgreglustøðini í morgun, at løgreglan hjálpti fleiri fólkum til hús í nátt, tí tey høvdu fingið í meira lagi at drekka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598