Jóan Símun Edmundsson er farin aftur til Týsklands

Jóan Símun Edmundsson er farin aftur til Týsklands
Jóan Símun Edmundsson fær ikki spælt ímóti Rumenia týskvøldið
 
24.03.2019 - 12:04

Tað var saknur í føroyska framherjanum, Jóan Símun Edmundsson, tá Føroyar í gjár spældu ímóti Malta.

Toftamaðurin fekk ein skaða í knæið í síðstu venjingini, sum var fríggjakvøldið.

Hann var í almennu byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Malta, men stutt undan dystarbyrjan varð greitt, at hann kundi ikki spæla.

Skaðin er so mikið álvarsamur, at Jóan Símun Edmundsson er farin úr føroysku landsliðsleguni.

Hann er á veg til flogvøllin, har leiðin síðani gongur til Bielefeld í Týsklandi, har hann umboðar Armenia Bielefeld.

Eingin spælari verður úttikin í hansara stað, og sostatt verður tað helst antin Jákup Thomsen ella Klæmint A. Olsen, sum byrjar inni ímóti Rumenia í álopinum.

Rumenia og Føroyar spæla í Cluj týskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112