Hanus: Vil til størri og fínari adressur

Hanus: Vil til størri og fínari adressur
Hanus Sørensen, sum helt, at javnleikurin ímóti Kasakstan var "nakað lort", vil sleppa at spæla á hægri stigi. - Onkur má koma í gongd við at hiva meg til eina størri adressu
07.10.2026 - 09:06

 - Hetta er tað sama, sum til allar hinar dystirnar. Tað er nakað lort.

Soleiðis tók Hanus Sørensen saman um fjórða Nations League-dystin, har Føroyar mistu eina 2-0 leiðslu og í staðin spældu javnt 2-2 í Astana.

Hanus Sørensen telist millum teir, sum hava spælt mest hesar fýra dystirnar, men hann heldur ikki, at møði skal vera nøkurm umbering. 

 - Tú ert vanur við at spæla triðja hvønn dag, og hatta har við, at hetta skal vera tað sjúkasta nakrantíð... tað eru fólk, sum eru í kríggi og berjast fyri øðrum. Tað er tað harða. Vit slappa av, fara út at venja, og so slappa vit av aftur. At spæla fýra dystir upp á nakrar dagar, tað eiga vit at klára, segði Hanus Sørensen.

Miðvallarin hevur sáttmála við slovenska felagið Celje, men er útleigaðu til NK Aluminij, sum í løtuni liggur nummar fimm í bestu slovensku deildini, men Hanus Sørensen dylir ikki fyri, at hann kundi hugsað sær okkurt størri og betri.

 - Eg haldi, at onkur má koma í gongd við at hiva meg á eina størri adressu, tí eg haldi, at eg ferð eftir ferð vísi, at eg kann spæla á øgiliga høgum stigi, sigur Hanus Sørensen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096