Byggja nýtt á Eirargarði

Byggja nýtt á Eirargarði
Eitt nýtt sambýli fyri 44 milliónir krónur skal byggjast á Eirargarði í Havn. Uppskotið varð lagt fyri tingið í dag
 
03.04.2019 - 15:04

Eitt nýtt sambýli fyri 44 milliónir krónur til fólk við menningartarni og fjølbreki skal byggjast á Eirargarði í Havn, ístaðin fyri at gera verandi bygningar í stand.

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur slept ætlanini um at dagføra Eirargarð 14/16 í Havn, og ætlar í staðin at byggja eitt nýtt sambýli, sum í fyrstu syftu er til húsfólkini á Eirargarði.

Soleiðis stendur í viðmerkingum til uppskotið, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri tingið. Ætlanin er at byggja eitt sambýli við 18 røktarbústøðum, felagshølir og felags virksemi.

Liðugt í seinasta lagi í 2024

Røktarbústaðirnir skulu innrættast til at veita nógvan stuðul og serliga røkt. 12 av teimum 18 íbúðunum hava stór vesi/baðirúm til tyngri rørslutarnað. Sambýlið verður bygt í tveimum búeindum, har hvør búeind verður býtt í tríggjar eindir.

Kostnaðurin at byggja nýtt sambýli er mettur at vera í mesta lagi 44 milliónir krónur. Útreiðslurnar verða fíggjaðar við fýra milliónum á fíggjarlógini í ár, átta milliónum á fíggjarlógini fyri 2020, 18 milliónum á fíggjarlógini í 2021 og 14 milliónum á fíggjarlógini í 2022. 

Sambært uppskotinum, so fer verklagslógin úr gildi í desember 2024. Tað vil siga, at sambýlið skal verða liðugt í seinasta lagi 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210