Nýggj rættargangslóg á veg í Føroyum

Nýggj rættargangslóg á veg í Føroyum
Føroyska rættargangslógin skal broytast, ikki bara onkur grein her ella har, men øll lógin sum hon er, er endurskoðað
Føroysk sakarmál, sum fara beint í Landsrættin, kunnu eisini fara beint haðani í Hægstarætt
 
05.04.2019 - 12:31

Føroyingar og danir hava síðani 2017 endurskoðað lógina, sum er meira enn 30 ára gomul. Hetta arbeiðið er nú liðugt og sent til hoyringar.

Millum annað skal Føroya rættur hava dómsmenn. Sambært uppskotinum skulu tveir dómsmenn vera í ávísum revsimálum. Og tríggir, tá Landsrætturin er í Føroyum.

Dómsmenn skulu eisini viðgera vanlig revsimál

Dómsmenn eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum. Í Føroyum eru vanlig fólk tó longu dómarar. Í nevningamálum eru 12 fólk, sum ikki eru løgfrøðiligir dómarar, nevningar. 

Í nevningatingum er sakarkravið í minsta lagi fýra ára fongsul. Men sambært nýggja uppskotinum um rættargangslóg fyri Føroyar, skulu dómsmenn eisini viðgera vanlig revsimál, har sakarkravið er minst seks mánaða fongsul.

Í stórum borgaraligum málum, sum hava prinsiellan týdning, verða tríggir løgfrøðiligir dómarar. Málið millum Fíggjarligt støðufesti og oddamenninar í Eik er gott dømi um slíkt sakarmál, har dómsmenn verða brúktir í Danmark.

Nýggja rættargangslógin viðgerast í heyst

Uppskotið sigur eisini, at Føroya rættur kann senda eitt mál beinleiðis til Eystara landsrætt, so fyrsta viðgerðarstig verður har.

Slík mál kunnu fara í Hægstarætt uttan loyvi krevst frá Processbevillingsnævnet. Í uppskotinum um nýggja rættarganglóg fyri Føroyar eru 1086 greinar.

Sambært Løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Nýggja rættargangslógin skal viðgerast í løgtinginum og í fólkatinginum í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604