B36 ósigrað oddalið

B36 ósigrað oddalið
B36 er framvegis oddalið og ósigrað eftir fýra umfør í landskappingini í fótbólti. Liðið vann grannauppgerðina í móti HB 2-1
B36 hevur fingið fulla úrtøku fyrstu fýra umførini í Betri-deildini
Mynd: Savnsmynd  
 
07.04.2019 - 17:30

Tað gongur sera væl hjá B36, sum eftir fýra umfør í Betri-deildini, hevur vunnið allar sínar dystir og liggur ósigrað á fremsta plássi.

Reytt kort og tvey brotsspørk

Í hesum umfarinum vann B36 2-1 á HB í Gundadali. Teir svørtu og hvítu løgdu seg á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, sum Alex Mellemgaard setti í málið.

B36 økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki við máli, sum Brian Jakobsen skoraði.

Lítla løtu eftir at B36 hevði økt um leiðsluna, fekk Dan í Soylu hjá HB reytt kort, eftir at hann fekk sítt seinna gula kort.

Tað eydnaðist tó HB at minka um munin við brotssparki, sum Adrian Justinussen sendi í málið. 

Í Trongisvági vann TB 1-0 á Eb/Streymi við máli sum Poul Ingason skoraði. 

Málríkt í Runavík og Fuglafirði

NSÍ og Víkingur spældu við Løkin leygardagin, og NSÍ vann 4-2 á gestunum. 

Klæmint A. Olsen og Jann Martin Mortensen skoraðu tvey mál hvør fyri runavíkingar, meðan Andreas Lava Olsen og Adeshina Lawall skutu málini fyri Víking. 

Í Fuglafirði tók ÍF í móti KÍ.

Gestirnir løgdu seg á odda við máli, sum Simen Sandmæl skoraði í fimta minutti. Patrik Johannesen økti til 0-2, tá 25 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni setti Jóannes Bjartalíð bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 0-3.

ÍF kom veruliga inn aftur í dystin í seinna hálvleiki, tá Dánjal á Lakjuni fyrst minkaði um munin til 1-3 eitt korter inn í seinna hálvleik, og síðani Dánjal Pauli Højgaard skoraði til 2-3, tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

Men fleiri mál komu ikki, og KÍ vann dystin 2-3.

Skála á øðrum plássi

Síðsti dysturin í fjórða umfari varð bríkslaður ígongd klokkan 17.00 á Argjum, har AB tók ímóti Skála.

Skála helt áfram við góðu gongdini. Skálamenn vunnu 0-1, og hava teir nú vunnið tríggjar dystir á rað, síðan 0-1 tapi fyri B36 í fyrsta umfari.

Haraldur R. Højgaard skoraði sigursmálið, tá tíggju minuttir vóru eftir.

Teir tríggir sigrarnir geva Skála níggju stig, og tað hevur við sær, at Skála er á øðrum plássi í Betrideildini.

LIÐ STIG
1.B36 12
2.Skála  9
3.KÍ  8
4.NSÍ  7
5.TB  7
6.HB  5
7.Víkingur  4
8.AB  3
9.ÍF  1
10.EB/Streymur  0

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. september
Norðurljóð 30.september 2024
181417
Mánadag 30. september
Norðurljóð 23 September 2024
181416
Mánadag 30. september
Við Tórði á túri í Gáshólmi
181415
Mánadag 30. september
ÍF og B68 bíða eftir endaliga dóminum
181408
Mánadag 30. september
Morgunlestur mánadagur 30. september 2024
180898
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280