Skert U21-landslið mist EM-kjansin við Djúpumýru

Skert U21-landslið mist EM-kjansin við Djúpumýru
Skerda U21-landsliðið í fótbólti tapti 1-0 fyri Luksemborg við Djúpumýru í gjár og mistu samstundis kjansin at spæla seg til EM-endaspælið
Vónin um EM-endaspælið brast, tá Luksemborg vann 1-0 á føroyska U21-landsliðnum við Djúpumýru
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
01.10.2026 - 09:30

Føroyska U21-landsliðið í fótbólti tapti 1-0 fyri Luksemborg við Djúpumýru í gjár og misti samstundis møguleikan at spæla seg til EM-endaspælið.

Týðandi spælarar hjá venjaranum Ólavi Mikkelsen, sum til dømis Áki Samuelsen, Mattias Hellisdal og nógv umrøddi Aron Benjaminsen, vóru upptiknir á A-landsliðnum, og tað merktist á vøllinum.

Tað gekk illa at spæla seg til málkjansir, og tá 77 minuttir vóru spældir, skoraði Leon Elshan einasta málið í dystinum fyri Luksemborg, sum sostatt fór við øllum úr Klaksvík.

Føroyar hava annars longu metnógv stig í hesi undankappingini.

Undan síðsta umfari er Frakland fremst við 20 stigum, Sveis hevur 17 stig, Ísland 15, meðan Føroyar eru á fjórða plássi við 12 stigum. Luksemborg hevur sjey stig, og aftast er Estland við tveimum stigum. 

Týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini, tá Ísland vitjar á Tórsvølli.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026