Ivi um føroyska útbúgving sum er lýst

Ivi um føroyska útbúgving sum er lýst
Ivasamt er, um nýggi løgfrøðilesturin á Fróðskaparsetrinum hevur sama gildi sum danska løgfrøðinámið 
Fróðskaparsetrið bjóðar út løgfrøði í heyst.
 
08.04.2019 - 12:04

Ivasamt er, um nýggi løgfrøðilesturin á Fróðskaparsetrinum hevur sama gildi sum danska løgfrøðinámið. 

Í rættargangslógini fyri Føroyar stendur, at advokatar og dómarar í Føroyum skulu hava danskt løgfrøðiprógv.

Fróðskaparsetrið ætlaði at fáa hetta broytt, nú rættargangslógin er endurskoðað. 

Men landsstýrið sigur seg ikki kunna hjálpa við hesum. Rættargangslógin er málsøki hjá danska Løgmálaráðnum.

Tað sigur, at skal tað seta eina serstaka heimild í rættargangslógina, sum heimilar, at føroysk løgfrøðiútbúgving verður síðusett við danska kandidatútbúgving, er fyritreytin, at donsku undirvísingar- og granskingarmyndugleikarnir góðkenna føroysku útbúgvingina.

Hetta noyðist Fróðskaparsetrið at fáa í lag, sigur Løgmansskrivstovan.

Løgmálaráðið er sinnað at broyta rættargangslógina, tá føroyska løgfrøðiútbúgvingin er góðkend í Danmark.

Fróðskaparsetrið hevur lýst eftir næmingum til útbúgvingina í løgfrøði.

Umsóknarfreistin er ikki farin enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373