Fíggjarnevndin viðger Skúladepilin í Marknagili

Fíggjarnevndin viðger Skúladepilin í Marknagili
Skúladeplinum í Marknagili tørvar í øllum førum 16 milliónir afturat í eykajáttan, sambært seinastu kostnaðarmeting hjá Landsverki
 
23.04.2019 - 07:47

Skúladepilin í Marknagili á er á breddanum, tá fíggjarnevndin fundast seinni í dag.

Útgangsstøði til fundin er eitt uppskot frá landsstýriskvinnuni í undirvísingarmálum um at heimila sær at skipa fyri at skúlin verður liðugur.

Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða góðar 14 milliónir, sum eisini er játtað á fíggjarlógini; men alt bendir á, at skúlanum tørvar fleiri milliónir, skal hann gerast liðugur.

Tí sambært seinastu kostnaðarmeting, sum Landsverk sendi fíggjarnevndini í  seinasta mánað, tørvar skúlanum í øllum førum 16 milliónir afturat í eykajáttan.

Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum hevur sagt, at ráðið skuldi ganga allar eyka útreiðslurnar ígjøgnum.

Tá tað arbeiðið er liðugt, skuldi Hanna Jensen biðja løgtingið um enn fleiri pengar til Glasir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781