Eingin ætlan um at byggja fótbóltshøll í Havn

Eingin ætlan um at byggja fótbóltshøll í Havn
Pengar eru ikki til fótbóltshøll í løtuni, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini
Heidi Lava Elgeirsdóttir er forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráði.
 
30.04.2026 - 09:51

Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja fótbóltshøll í høvuðsstaðnum.

Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini.

Kommunan tók ikki av møguleikanum at søkja fótbóltssambandið um fíggjarligan stuðul at byggja fótbóltshøll, sum millum annað Eysturkommuna og tvær aðrar kommunur gjørdu fyrr í ár.

- Pengar eru ikki til fótbóltshøll í løtuni, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.

Hon mælir til samstarv millum meiriluta og minniluta í býráðnum at fara undir at fyrireika fótbóltshøll.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30042026_Heidi_Lava

 

Sí eisini: Býráðslimur: Sjálvmál at Havnin ikki søkti um stuðul til fótbóltshøll

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120