Svartkjaftur frá í fjør fluttur til í ár

Svartkjaftur frá í fjør fluttur til í ár
Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina um at fiska svartkjaft í ár
Svartkjaftur, sum leyp av í fjør, kann nú fiskast í ár.
 
01.05.2019 - 13:18

Nú ber til at fiska svartkjaft, sum ikki bleiv fiskaður í fjør.

Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina um at fiska svartkjaft í ár.

15.601 tons eru løgd afturat kvotuni hjá føroyskum skipum, sum annars var 319.307 tons.

Tey 15.601 tonsini eru flutt frá 2018.

Í mesta lagi tíggju prosent av kvotu, sum ikki varð fiskað í fjør, kann flytast til í ár.

Føroysk skip kunnu nú eisini fiska svartkjaft í íslendskum sjógvi, eftir at londini hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiskap.

Rætturin at fiska 70.643 tons av svartkjafti er settur av til uppboðssølu í ár í staðin fyri tey upprunaligu 68.193 tonsini. Stívliga 50.000 tons eru longu seld á uppboði.

34.536 tons eru til menningarkvotur. Tað talið er ikki broytt.

Sløk 7.800 tons eru nú sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Freistin at søkja er flutt frá 14.januar til 14.mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065