NSÍ setti AB uppá pláss

NSÍ setti AB uppá pláss
Runavíkingar sendu argjamenn heim við einum 5-1 tapi, tá liðini møttust við Løkin í kvøld
NSÍ í málhýri
 
12.05.2019 - 22:45

NSÍ vann sannførandi á AB

Tað var nógv uppá spæl tá liðini NSÍ og AB møttust við Løkin kl. 19 í kvøld. Ein sigur var alneyðugur fyri NSÍ, um teir skuldu fylgja við KÍ í toppinum í Betrideildini.

AB, sum í løtuni liggur undir niðurflytingarstrikuni, hevði somuleiðis nógv at spæla fyri, um teir skulu hava ein vón um, at kunna halda áfram í bestu deildini komandi ár.

NSÍ løgdu bragdliga fyri í dystinum, og longu aftaná eitt gott korter vóru teir á odda 2-0. AB minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki, men hetta ávirkaði ikki runavíkingar sum skoraðu trý mál afturat,

Endaliga úrslitið varð 5-1 til NSÍ.

HB vann í Fuglafirði

HB, sum søguliga hevur havt tað trupult í Fuglafirði vann 0-2 á ÍF, tá teir vóru á vitjan í dag.

HB legði seg á odda miðskeiðis í seinna hálveiki, og tíggju minuttir áðrenn tíð eydnaðist tað teimum, at fáa eitt mál afturat, og harvið tryggja sær trý stig. 

B36 vann á TB

B36 vann 1-0 á TB tá liðini møttust í Gundadali. Einsamalla málið kom longu aftaná at eitt korter var farið av dystinum.

Sigurin á TB hálar B36 upp á eitt triðja pláss í Betrideildini. 

NSÍ-AB 5-1 (2-0)

3 min Petur Knudsen 1-0
18 min Klæmint Andrasson Olsen 2-0
51 min Eli Christiansson 2-1
63 min Klæmin Andrasson Olsen 3-1
70 min Sjálvmál 4-1
90 min Klæmint Andrasson Olsen 5-1

ÍF-HB 0-2 (0-0)

68 min Pætur Petersen 0-1
79 min Daniel Johansen 0-2

B36-TB 1-0 (1-0)

17 min Benjamin Heinesen 1-0

Stigatalvan

KÍ* 20 stig
NSÍ 19 stig
B36  18 stig
Víkingur* 16 stig
Skála* 15 stig
HB  15 stig
TB 8 stig
EB/Streymur* 6 stig
ÍF 4 stig
AB 3 stig

* Hava spælt ein dyst færri enn hini liðini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221