Hørð tiltøk skulu basa útláti

Hørð tiltøk skulu basa útláti
Men Føroyar sleppa tó ikki undan avleiðingum av veðurlagsbroytingum
Í 2030 skal eingin nýggjur bensinbilur ella diesebilur seljast í Føroyum
 
13.05.2019 - 12:25

Sera nógv skal gerast næstu tíggju árini fyri at minka útlátið í Føroyum. Millum annað skal eingin bensinbilur ella dieselbilur seljast í Føroyum frá 2030.

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt álit um veðurlagspolitikk. Hóast stór átøk verða gjørd, slepst kortini ikki undan verðurlagsbroytingum í Føroyum:

Í uppskotinum ásannar Heilsumálaráðið, at vit røkka ikki málinum í galdandi veðurlagspolitikki, sum kom í 2009.

Løgtingið samtykti einmælt í 2009, at Føroyar, frá 2010 til 2020, skuldu minka útlátið í minsta lagi 20 prosent samanborið við útlátið, sum var í 2005. Men nú er staðfest, at útlátið er níggju prosent størri enn í 2005. 

Paríssáttmálin

Føroyar hava eisini bundið seg til at halda avtaluna um verðurlagspolitikk, sum varð gjørd í París í 2015, og kemur í gildi 1.januar 2010.

Parísavtalan ásetur, at innan 2020 skulu londini boða ST frá, hvussu tey fara at skerja sítt útlát fram til 2030. Hóast talan er um stórmál, er hoyringarfreistin stutt, hon endar fríggjadagin 17.mai.

Fyrst og fremst oljan ger, at Føroyar lata út so nógv vakstrarhúsgass. Tí skal oljunýtslan minka, og hon skal minka nógv næstu árini. 

Uppskot er gjørt um føroyskan veðurlagspolitikk næstu tíggju árini. Sjey átøk eru í uppskotinum og 20 tilmæli. Tey flestu eru um oljuna.

Skal minka 45 prosent

Miðað verður eftir at minka útlátið frá virkseminum á landi 45 prosent samanborið við 2010. Oljan skal minka 62.000 tons hetta til 2030. Nýtslan skal minka úr 141.000 tonsum niður í 79.000 tons.

Og Føroyar fara alt fyri eitt at seta tiltøk í verk at tálma útlátið frá skipum og fyrireika seg til, at útlátið á sjónum er skert 50 prosent í 2050 samanborið við 2008.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið um føroyskan veðurlagspolitikk, mælir til at gera ein lóg um, hvussu nógv,  CO2 útlátið skal minka.

Hann mælir eisini til at seta ein ráðgevandi veðurlagsbólk. Arbeiðsbólkurin sigur, at tað almenna eigur at ganga undan við grøna umskiftinum.

Stórt avgjald

Í 2030 eiga í minsta lagi annað hvørt sethús og annar hvør bygningur at brúka varandi orkukeldur til upphiting.

Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at meirvirðisgjaldið fyri tilfar og arbeiðsløn fyri at bjálva verður afturborið í eitt avmarkað áramál fyri at javnseta bjálving við hitapumpur.

Ein máti at avmarka oljukeypið er at leggja stórt avgjald á oljuna skjótast gjørligt. Eitt annað tilmæli er, at seta forboð fyri at selja nýggjar bensinbilar og dieselbilar í 2030. 

Eftir 2035 eiga nýggir hybridbilar, bilar, sum brúka bæði bensin ella diesel og streym, heldur ikki at vera seldir í Føroyum.

Sleppa ikki

Í mars í ár vóru 126 elbilar skrásettir í Føroyum, sjey prutl og ein motorsúkkla. 18.612 bensinbilar og 14.843 dieselbilar eru skrásettir í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin sigur, at veðurlagsbroytingarnar fara at merkjast, hóast átøk verða gjørd fyri at minka útlátið. Hetta skulu Føroyar eisini fyrireika seg til. 

Veðurlagsbroytingar kunnu ávirka bygningar, vegakervi, havnaløg, lívfrøðiliga margfeldið, fiskiskap og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010