Bogi formaður í Fjarhitafelagnum

Bogi formaður í Fjarhitafelagnum
Bogi Andreasen, býráðslimur, er nú formaður í Fjarhitafelagnum
Bogi Andreasen verður formaður í Fjarhitafelagnum næstu tvey árini.
 
24.05.2019 - 12:40

Bogi Andreasen er nú formaður í Fjarhitafelagnum.

Hann varð valdur á aðalfundinum mikudagin.

Bogi Andreasen er býráðslimur í Havn.

SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið.

Skiftast um formannin

Báðir partar hava tríggjar limir í nevndini. 

Nevndin situr fýra ár í senn, men eftir tveimum árum skiftir formansessurin millum SEV og Tórshavnar kommunu. 

Suni Jacobsen hevur verið formaður seinastu tvey árini, og nú eigur Tórshavnar kommuna formannin.

Suni Jacobsen er nú næstformaður, og hinir í nevndinini eru Hákun Djurhuus, Jónsvein Hovgaard, Tróndur Sigurðsson og Jákup Dam. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891