Creme de la creme móti Føroyum

Creme de la creme móti Føroyum
Donsku heimsmeistararnir í manshondbólti eru nú klárir til dystin í EM-undankappingini móti Føroyum í juni.
 
24.05.2019 - 14:27

Danski landsliðvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur nú kunngjørt nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum hann hevur kosið sær til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til EM-endaspælið næsta ár.

Danmark spælir á útivølli í Kiev móti Ukraina 12. juni, og punktum verður sett á heimavølli móti Føroyum sunudagin 16. juni í Gigantium í Ålborg.

Hetta verður fyrsti dysturin hjá dønum í Jyllandi síðan teir vunnu HM-kappingina á danskari jørð í januar í ár.

Tólv av teimum átjan spælarunum, ið nú eru tiknir út, vóru við til at vinna HM-gull fyrr í ár.

Allar stjørnurnar eru boðsendar - teirra millum føroyingurin Johan á Plógv Hansen.

Enn er ikki greitt nær føroyska landsliðið til dystirnar móti Montenegro 12. juni og Danmark 16. juni verður tikið út.

Sonni Larsen, venjari, hevur tikið út ein bruttuhóp til venjingarnir fyri dystin, og endaliga úttøkan verður væntandi einaferð fyrst í juni.

Nikolaj Jacobsen hevur tikið hesar spælarar út til dystin móti Føroyum 16. juni:

Málmenn

Niklas Landin (THW Kiel)
Jannick Green (SC Magdeburg)
Kevin Møller (FC Barcelona)

Strikuspælarar
Simon Hald (SG Flensburg-Handewitt)
Anders Zachariassen (SG Flensburg-Handewitt)
René Antonsen (Aalborg Håndbold)

Veingir
Jóhan á Plógv Hansen (Bjerringbro-Silkeborg)
Lasse Svan (SG Flensburg-Handewitt)
Magnus Landin (THW Kiel)
Magnus Bramming (Tvis Team Holstebro)

Bakspælarar
Nikolaj Øris (Bjerringbro-Silkeborg)
Niclas Kirkeløkke (Rhein-Neckar Lowen)
Jacob Holm (Fuchse-Berlin)
Mikkel Hansen (PSG Handball)
Mads Mensah (Rhein-Neckar Lowen)
Rasmus Lauge (Telekom Veszprém)

Lasse Andersson (FC Barcelona)

Henrik Møllgaard (Aalborg Håndbold)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290