Ein kæra um biogass

Ein kæra um biogass
Umhvørvisstovan fekk eina kæru um biogassverkið, sum skal byggjast á Skarðshjalla
Biogassverkið skal byggjast á Skarðshjalla.
 
27.05.2019 - 11:55

Umhvørvisstovan fekk eina kæru um biogassverkið, sum skal byggjast á Skarðshjalla.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum er býlingurin norðan fyri skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, hevur kært um staðsetingina og um vandan fyri lukti frá verkinum.

Kæran verður nú send landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, sum tekur avgerð um hana.

1,8 kilometrar eru millum Hoyvíkshædd og biogassverkið, upplýsir Umhvørvisstovan.

Partafelagið Førka, Føroysk náttúrorku, ætlar at byggja biogassverk á Skarðshjalla í Hoyvík.

Hiti og el

Biogassverkið hjá Förka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. 

Verkið hevur umhvørvisgóðkenning til at taka móti upp til 50.000 tonsum av lívrunnum tilfari um árið. 

Verkið fer at hava gassmotor, sum ger ravmagn burtur úr biogassinum so hvørt. 

Hitin frá gassmotorinum kann brúkast til fjarhita ella til onnur endamál. 

Harafturat kann viðgjørda tilfarið brúkast sum tøð í landbúnaðinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV