Meiri olja og vindur minni vatn

Meiri olja og vindur minni vatn
Eftirspurningurin eftir streymi veksur framvegis 
Vindorkan var størri í fyrra hálvári í ár enn í fjør.
 
15.07.2025 - 06:45

Eftirspurningurin eftir streymi veksur framvegis. 

Hann var sjey prosent størri í fyrra hálvári í ár enn í fyrra hálvári í fjør.

Orsøkin er partvís verkfallið, sum var í fjør.

Og minni av fiski var í fyrru helvt í fjør enn vanligt, sigur SEV.

Í fyrra hálvári í ár kom næstan helvtin av streyminum frá olju, 48 prosent.

Vindorka er 30 prosent, vatnorka 21 prosent, og sól, biogass og sjóvarfall stívliga eitt prosent.

Vindorkan hevur ikki verið størri í nøkrum hálvári.

Myllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti gera nógv mest.

Minni vatnorka

Men vatnorkan var verri enn miðal.

Umvælingar vóru og eru á verkunum á Strond og í Botni.

Vatnturbinan á Strond verður í hesum døgum sett til aftur.

Og verkið í Botni, sum verður dagført við nýggjum turbinum, verður væntandi aftur í rakstri seint í heyst, sigur SEV. 

Ein slík dagføring tryggjar rakstur í 50 til 60 ár aftrat í Botni, sigur SEV eisini.

Meiri streymur er gjørdur við olju í ár enn í fjør.

Meginøkið hevði 100 prosent burðardygga, ella grøna, elframleiðslu í 7,4 samdøgur.

Og yvir 80 prosent í góð 33 samdøgur.

Í Suðuroynni var elframleiðslan 100 prosent burðardygg í góð 41 samdøgur, og yvir 80 prosent í góð 55 samdøgur, sigur SEV.

Sólin gevur meira 

Higartil í ár hevur sólorkan gjørt, at SEV hevur spart 73 tons av olju, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá Sev. 

Sólorkan frá virkjum og húsarhaldum í meginøkinum var 245 megawatttímar í fyrra hálvári.

Hetta er orka, sum er komin á netið hjá SEV.

245 megawatttímar svara til steymnýtsluna hjá nøkrum og 60 húsarhaldum.

Biogassið og sólorkan í Sumba eru tey somu sum undarfarin ár, sigur SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983