Jónas: Fantastiskt at koma fremstur á mál aftur hesa ferð

Jónas: Fantastiskt at koma fremstur á mál aftur hesa ferð
Fyri tveimum árum síðan vann hann 400 metur renningina í Guernsey. Mánakvøldið endurtók hann bragdið á Picky-leikvøllinum í Orknoyggjum
15.07.2025 - 02:55

Søgan endurtók seg á Picky-leikvøllinum í Kirkwall mánakvøldið, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen vann oyggjaleikarenningina á 400 metrum.

Og tó; Fyri tveimum árum síðan var hann framvegis ein lutfalsliga ókendur íðkari, men nú vænta fólk sær úrslit, hvørja ferð hann fer á rennibreytina.

 - Hetta er heilt fantastiskt, men hetta er ikki líka stórt sum tá. Tá var eg ikki favorittur, segði skjóti kvívíkingurin. 

LES EISINI: Jónas smakkaði aftur søta sigurin

 

Enn ein madelja til mammuna

Jónas G. Isaksen kom á mál við tíðini 48.79 sekund - nærum trý sekund seinni enn oyggjaleikametið, ið hann setti á Guernsey - og tað ber boð um, at enn manglar nakað í, áðrenn hann finnur toppformin.

Stuðulin var kortini góður frá liðfeløgum og vinum, tá hann yvirhálaði síðstu mótstøðumenninar á síðstu 100 metrunum.

 - Hevði tað ikki verið fyri tey, hevði eg slett ikki verið her í dag. So hevði eg slett ikki runnið. Heldur ikki fyri 10 árum síðan. Tey eru størstu fjeppararnir hjá mær, segði rennarin.

 - Mamma er altíð við mær. Hetta er enn ein medalja til hana, og tað fer tað altíð at vera, segði Jónas G. Isaksen.

 

Dánjal bjóðaði eisini av

Kvívíkingurin fekk kapping frá Dánjali Dahl Ljósheim, sum lá væl fyri eftir 200 metrar, men ikki kláraði at fylgja við teimum báðum fremstu og mátti taka til takkar við 3. plássi.

Hann var glaður fyri bronsuna, men hevði ætlað sær meira.

 - Eg haldi eg lá fremstur á 200 metrum, men svingið er ofta mín veika síða. Eg var ikki nóg skarpur í svinginum

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194