Nú verða partabrøvini í Postverkinum seld

Nú verða partabrøvini í Postverkinum seld
Tey, sum vilja keypa Posta, skulu lata inn tilboð í seinasta lagi 17. juni
Høvuðssætið hjá Posta á Óðinshædd kann seljast fyri seg
 
29.05.2019 - 13:08

Posta er nú lýst til sølu. Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stendur formliga fyri søluni og hevur gjørt avtalu við SÓKN advokatar um saman við Hammer Consulting at koma við ráðum í sambandi við søluna.

Tey, sum vilja keypa Posta, skulu lata inn tilboð í seinasta lagi 17. juni. Ætlanin er at avgreiða søluna um miðjan juli í ár, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Beint fyri árslok í fjør samtykti løgtingið við stórum meiriluta at geva landsstýrinum loyvi at einskilja Posta, tað er at selja partabrøvini í Posta, sum landið nú eigur hundrað prosent.

Postflutningur og frímerki í tíggju ár

Løgtingið sigur, at P/f Postverk Føroya skal tó framvegis hava einkarrættin og skylduna hjá landinum at flyta og bera út post næstu tíggju árini, so tað noyðist keypari at gera.

Tá Posta verður selt, verða eisini rætturin at gera og selja frímerki í tíggju ár seldur. Partapeningurin, sum nú er til sølu, er 43 milliónir krónur.

Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum. Tað ber tí bara til at bjóða uppá partabrøvini samlað. Men Óðinshædd 2 í Havn, sum er høvuðssætið hjá Posta, kann seljast fyri seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286