Sethúsini kosta meira og meira

Sethúsini kosta meira og meira
Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019
Sethúsini kosta nógv í Føroyum.
 
01.06.2019 - 10:29

Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa í fyrsta ársfjórðingi í 2019. 

Tað stendur millum annað í tíðindum, sum Føroya Váðaráð sendi út seinnapartin í gjár, eftir at ráðið hevði hildið sín sætta fund, síðani tað varð stovnað. 

Seinastu tíðina eru serliga prísirnir í størri bygdunum vaksnir nógv, men sethúsaprísirnir vaksa eisini í Tórshavn, skrivar váðaráðið.

Sambært hagtølum hjá Betri var miðalprísurin fyri sethús í Havn 4. ársfjórðing í 2018 2,74 milliónir, fyri sethús í størri bygdum 1,42  milliónir og fyri sethus í smærri bygdum 962.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541