KÍ vann í yvirtíðini

KÍ vann í yvirtíðini
Við tveimum málum í yvirtíðini tryggjaði Patrik Johannesen KÍ sigurin á AB, og harvið varðveita klaksvíkingar oddasessin í bestu mansdeildini.
Savnsmynd
 
02.06.2019 - 17:15

Málveitsla og spenningur til síðsta bríksl merktu dystirnar í 12. umfari, har fimm tey ovastu liðini vunnu á restini.
Í Klaksvík sá leingi út til, at AB fór at vinna dystin, eftir at Bjarni Nielsen legði gestirnar á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skjeyt Patrik Johannesen tvey mál fyri KÍ, sum sostatt framvegis er oddalið.

Í Gundadali vann HB á EB/Streymi í ársins málríkasta dysti higartil, har liðini skiftust um leiðsluna gjøgnum tað mesta av dystinum.
Arnbjørn Hansen setti hol á fyri EB/Streym beinavegin, og eitt korter seinni stóð longu 2-2 á máltalvuni.
HB kom á odda fyrstu ferð, tá Ari Mohr Olsen skoraði til 3-2 eftir góðan hálvan tíma, men beint fyri hálvleik javnaði Steffan Løkin fyri gestirnar. 
Málveitslan helt fram í seinna hálvleiki, men tá var heimaliðið leikliga omaná. Tá ið so Adrian Justinussen javnaði til 4-4, og Ari Mohr Olsen longu ein minutt seinni skoraði til 5-4, megnaðu gestirnir ikki at svara aftur. Dysturin endaði 6-4 til HB.

Í Gøtu helt spenningurin sær eisini til tað seinasta í dystinum millum Víking og Skála, sum heimaliðið vann 2-1. 
Heðin Klakstein legði Skála á odda tíðliga í dystinum, og tann leiðslan helt sær heilt til hálvleiks. Í hávleikinum kom Adeshina Lawal inn fyri Víking eftir steðg vegna skaða, og hetta gav úrslit beinavegin, tí í 54. minutti javnaði hann fyri heimaliðið.
Dysturin sá leingi út til at enda við javnleiki, men fimm minuttir fyri leiklok skoraði Heðin Hansen sigursmálið fyri Víking, sum harvið heldur fast millum seg og hini oddaliðini.

B36 lat ongantíð nakran iva vera um úrslitið, tá teir vunnu greiðan sigur á ÍF í Fuglafirði. Við tveimum skjótum málum legði Michal Przybylski B36 á odda eftir eitt lítið korter, og í seinna hálvleiki slóg Árni Frederiksberg sigurin fastan fyri gestirnar, sum vunnu 3-1.

Fimti dysturin í 12. umfari varð avgreiddur í gjár, tá ið NSÍ vann 3-1 á heimavølli móti TB, og runavíkingar elta sostatt framvegis KÍ í stríðnum um oddasessin.

Úrslitini í 12. umfari

HB - EB/Streymur 6-4
0-1 Arnbjørn Hansen 3'
1-1 Adrian Justinussen 14' 
1-2 Arnbjørn Hansen 15'
2-2 Símun Samuelsen 16'
3-2 Ari Mohr Olsen 35'
3-3 Steffan Løkin 45'
3-4 Gestur Bogason Dam 60'
4-4 Adrian Justinussen 74'
5-4 Ari Mohr Olsen 75'
6-4 Sebastian Pingel 84'

KÍ - AB 2-1
0-1 Bjarni Nielsen 72'
1-1 Patrik Johannesen 91'
2-1 Patrik Johannesen 94'


Víkingur - Skála 2-1
0-1 Heðin Klakstein 13'
1-1 Adeshina Lawal 55'
2-1 Heðin Hansen 85'

ÍF - B36 1-3
0-1 Michal Przybylski 12'
0-2 Michal Przybylski 14'
0-3 Árni Frederiksberg 70'
1-3 Dánjal Pauli Højgaard 73'

NSÍ - TB 3-1 
1-0 Klæmint Olsen 24'
2-0 Pól Jóhannus Justinussen 34'
2-1 Ndende 57'
3-1 Búi Egilsson 79'

Stigatalvan

1 29
2 NSÍ 28
3 B36 27
4 Víkingur 26
5 HB 21
6 Skála 15
7 TB 12
8 EB/Streymur 7
9 AB 4
10 ÍF 4

Nú verður landsliðssteðgur, tí Føroyar skulu spæla tveir dystir í EM-undankappingini.

Fyrri dysturin er ímillum Føroyar og Spania, og mánakvøldið er mótstøðuliðið Norra.

Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli, og verða vístir beinleiðis í sjónvarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. oktober
Morgunlestur týsdagur 1. oktober 2024
180899
Mánadag 30. september
Norðurljóð 30.september 2024
181417
Mánadag 30. september
Norðurljóð 23 September 2024
181416
Mánadag 30. september
Við Tórði á túri í Gáshólmi
181415
Mánadag 30. september
ÍF og B68 bíða eftir endaliga dóminum
181408
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280