Lat neyðhurð upp undir fráferð

Lat neyðhurð upp undir fráferð
Eitt ferðafólk umborð á einum flogfari hjá Pakistan International Airlines, sum ætlaði sær á vesi, lat neyðhurðina upp í staðin fyri vesi-hurðina.
 
10.06.2019 - 15:31

Tað kann verða torført at síggja mun á eini vesihurð og eini neyðhurð. 

Tað hendi í hvussu er umborð á einum flogfari hjá Pakistan International Airlines, sum fríggjakvøldið skuldi fara á flog úr Manchester til Islamabad.

Eitt av ferðafólkunum ætlaði sær á ves, meðan flogfarið koyrdi út eftir breytini og skuldi gera klárt til at fara á flog. 

Viðkomandi lat upp skeiva hurð. Í staðin fyri at lata vesihurðin upp, megnaði viðkomandi at lata neyðdyrnar upp, skrivar CNN.

Pakistanska flogfelagið sigur í fráboðan, at rýmingar-breytin blástist upp, tá hurðin varð latin upp. 

Trýstmunurin ger, at ikki ber til at lata neyðhurðar upp, meðan flogfarið er í luftini.

Allar neyðdyr á flogførum er gjørdar soleiðis, at tær verða latnar upp inneftir, og tað letur seg ikki gera, tí lufttrýstið í kabinuni er nógv hægri enn lufttrýstið uttanfyri dyrnar, skrivar CNN.

Í mai-mánaði varð ein eldri ferðamaður handtikin í Shandong-landspartinum í eystur Kina, tí hann royndi at lata upp neyðdyrnar fyri at sleppa undan at standa í bíðirøð fyri at sleppa í land, tá flogfarið hevði sett seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815