10 vilja verða forsætisráðharri og floksformaður

10 vilja verða forsætisráðharri og floksformaður
Tíggju kandidatar bjóða seg fram at manna formanssessinum í Konsersvativa flokkinum og sum forsætisráðharri, nú Theresa May leggur frá sær
 
11.06.2019 - 06:32

Óvissa valdar í Bretlandi, nú Theresa May fyri viku síðani boðaði frá, at hon leggur frá sær, og at landið enn ikki hevur fingið endaliga avtalu við ES um brexit. Nýggjur forsætisráðharri og leiðari fyri flokkin skal eisini finnast.

Tey eru nógv, sum bjóða seg fram, vísur almenni listin við 10 kandidatum, sum Konservativi flokkurin legði fram í gjárkvøldið, - millum tey 10 er fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson.

Politiski redaktørurin hjá BBC, Ben Wright, sigur við danska TV2, at Boris Johnson fær ikki stuðul frá øllum í flokkinum, og tað leikar eisini hart á í privatlívinum hjá honum.

Men Johnson er greiðasti og karismatiskasti politikarin í øllum landinum, sigur Ben Wright, sum tó væntar at Dominic Raab ella Michael Gove fer at vinna.

Raab er advokatur og arbeiðir hart, meðan Michael Gove hevði helst verið tann, sum best kundi vunnið á Boris Johnson, um hann ikki hevði oyðilagt umdømi sítt við at viðganga, at hann hevur brúkt kokain, sigur Wright.

Stríðið um formanssessin byrjar hósdagin, 13. juni, og  varar í eina viku. Tá parlamentarikararnir hava minkað útboðið niður í tveir kandidatar, skulu teir 160.000 limirnir í Konservativa flokkinum peika á endaliga leiðaran. Síðst í juli verður úrslitið almannakunngjørt, skrivar danska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860