Ruth í tingið við spurningum til sín egna formann

Ruth í tingið við spurningum til sín egna formann
Av tí at loftrúmið var so nógv framma í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið, hevur Ruth Vang í Framsókn spurt Poul Michelsen um yvirtøkuna
Føroyar umsita flogførini á føroyaleiðunum
 
20.06.2019 - 12:42

Av tí at loftrúmið var so nógv frammi í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið, hevur Ruth Vang í Framsókn spurt floksformannin hjá sær, Poul Michelsen, landsstýrismann, hvør veruliga støðan er viðvíkjandi yvirtøkuni.

Samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka føroyska loftrúmið. Men tað er ikki yvirtikið enn.

Skuldi loftrúmið komið fram aftur í valstríðnum, nú løgtingval verður, er hent at vita, hvør støðan veruliga er, sigur Ruth Vang.

Kundi spurt beinleiðis

Hon sigur, at hon kundi spurt floksformannin hjá sær undir fýra eygum og síðani sagt, at Poul sigur hetta og hatta.

Men tað er betri og vigar meira, at landsstýrismaðurin, sum hevur málsøkið, sjálvur kemur við upplýsingunum, sigur Ruth Vang.

Føroyingar umsita niðara loftrúmið, tað eru flogførini, sum koma til Føroya ella fara úr Føroyum.

Men ovara loftrúmið, flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, skal yvirtakast. Ruth Vang vil nú hava at vita, hvussu gongur við yvirtøkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844