Seljarin skal hava boðini fyrst

Seljarin skal hava boðini fyrst
Freistin at bjóða upp á Posta fór klokkan trý seinnapartin í gjár
Bygningurin hjá Posta á Óðinshædd kann keypast fyri seg
 
26.06.2019 - 13:43

Men hvussu nógv tilboð eru komin, ella, um nakað tilboð yvirhøvur er komið, fæst ikki at vita enn. Birita S. Samuelsen, advokatur, sum stendur fyri søluni, sigur, at seljarin skal fyrst hava boðini, og hann hevur ikki fingið tey enn.

Seljarin er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. SÓKN advokatar, har Birita S. Samuelsen arbeiðir, stendur saman við Hammer Consulting fyri søluni.

Ætlanin er at avgreiða søluna um miðjan juli í ár, segði Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fyri einum mánað síðani. 

Seld í einum 

Partapeningurin, sum er til sølu, er 43 milliónir krónur. Partabrøvini vórðu lýst til sølu undir einum. Tað bar tí bara til at bjóða upp á partabrøvini samlað. 

Men Óðinshædd 2 í Havn, sum er høvuðssætið hjá Posta, kann seljast fyri seg. Landið hevur eina einskiljingarnevnd. Í henni eru løgmaður og landsstýrisfólkini í vinnumálum og fíggjarmálum.

Í sambandi við Posta er eisini ein arbeiðsbólkur við embætisfólkum. Tey umboða nevndina í Posta, Posteftirlitið, Løgmansskrivstovuna og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098