USA er í HM finaluni

USA er í HM finaluni
USA vann á Onglandi í hálvfinaluni og hevur spælt seg í finaluna um heimsmeistaraheitið
 
03.07.2019 - 09:24

Fyri triðju fer á rað hevur USA spælt seg í HM finaluna í fótbólti.

Í gjárkvøldi møttu tær Onglandi í hálvfinaluni. USA vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

55.000 áskoðarar í Lyon sóu Christen Press leggja USA á odda við skallara, tá tíggju minuttir vóru farnir av dystinum.

Ongland svaraði aftur, tá tjúgu minuttir vóru farnir við máli frá Ellen White.

USA helt tó áfram við sínum álopssinnaða spæli, og tað eydnaðist eisini at skora áðrenn steðgin. 

Alex Morgan, sum er toppskjútti í HM-kappingini, skoraði sítt sætta mál, sum eisini tók USA í finaluna.

Ongland var tó ógvuliga nær við at javna til 2-2, tí tá tíggju minuttir vóru eftir misnýtti liðskiparin, Stephanie Houghton, brotsspark.

USA ofta millum tey bestu

Tað er als ikki óvanligt, at USA ger seg galdandi í HM-endaspælinum

Tær hava vunnið kappingina tríggjar ferðir (1991,1999 og 2015) og fýra ferðir hava tær vunnið antin silvur ella bronsu (1995,2003,2007 og 2011).

HM í kvinnufótbólti varð fyrstu fer spælt í 1991. Einki annað land hevur vunnið so ofta sum USA.

USA 3 ferðir 1991,1999,2015
Týskland 2 ferðir 2003,2007
Norra 1 ferð 1995
Japan 1 ferð 2011

Í kvøld spæla Holland og Svøríki í hinari hálvfinaluni. Dysturin byrjar klokkan 20.00 og verður vístur beinleiðis á DR3.

Finalan verður spæld sunnudagin í Lyon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809