Sverri Sandberg Nielsen vann gull

Sverri Sandberg Nielsen vann gull
Rógvarin Sverri Sandberg Nielsen hevur júst vunnið gull í finaluróðri í Hollandi
Rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, júst tá hann var komin um málstrikuna í finaluróðri í Hollandi í dag
Mynd: worldrowing.com  
 
14.07.2019 - 13:50

7:24:51

Tað var tíðin, sum fyri lítlari løtu síðani tryggjaði rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen, enn eitt gullheiðursmerki í rógving uttanlands.

Sverri Sandberg Nielsen vann gull í rógving í greinini Single Sculler - sum er einmansrógving - í A-finaluni í World Cup-rógvingini, sum er í Hollandi.

Ring líkindi at rógva í

Fríggjadagin, tá kappast varð um finaluplássið, var veðrið ikki til vildar. Og tað var tað heldur ikki í dag, tá Sverri Sandberg Nielsen fekk eina ringa byrjan orsakað av veðrinum.

Tað eydnaðist kortini føroyska rógvaranum at koma afturíaftur, og tá rógvarnir høvdu róð teir 2.000 metrarnar, kom føroyski rógvarin fyrstur um málstrikuna við tíðini 7:24:51.

Tað var tætt millum Sverra Sandberg Nielsen og norska Kjetil Borch, ið varð nummar tvey. Tíðin hjá norska rógvaranum var 07:24:93. Sostatt vóru bara 42/100 av einum sekundi millum rógvararnar báðar.

Upptøkan av finaluróðrinum í Rotterdam í Hollandi í dag sæst á slóðini her (letur upp í nýggjum kaga):

 >> Men's Single Sculls (M1X) - Final A
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392