Merkta grindin er í íslendskum sjógvi

Merkta grindin er í íslendskum sjógvi
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi
Nýggjasta yvirlitið vísur, at grindin er nú undir Íslandi
Mynd: savn.fo  
 
16.07.2019 - 15:21

Tað skrivar heimasíðan savn.fo.

Sunnudagin 7 juli varð ein lítil grind, - 16 hvalir, rikin inn á sandin í Syðrugøtu, og fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast.

Grindin lá á víkini tað mesta av mánadegnum, men um kvøldið fór hon norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi. 

Hon var tveir dagar í hesum øki,  og helt síðani kósina í beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á uml. ein fjórðing um tíman, og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi. 

Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum, skrivar heimasíðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751