Arbeiða ikki innan sítt øki

Arbeiða ikki innan sítt øki
Nógvir útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, arbeiða ikki sambært teirri útbúgving, sum tey hava
 
31.07.2019 - 15:24

Eitt átak millum tey 11, sum mælt verður til í støðulýsingini um integrasjón í Føroyum, er at virðismeta arbeiðsroyndir og útbúgvingar hjá teimum, sum flyta til Føroya at arbeiða.

Nógvir útlendingar halda eina høvuðsforðing fyri væleydnaðari integrasjón vera, at teirra fakligu og arbeiðsligu førleikar ikki verða viðurkendir í Føroyum, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt støðulýsingina.

Útbúgvingar ikki viðurkendar í Føroyum

Talan er um fólk, sum hava útbúgving sum til dømis handverkari, sjúkrarøktarfrøðingur ella námsfrøðingur, ella tey hava útbúgving í samskifti ella ferðavinnu. Men hetta er útbúgving, sum ikki er viðurkend í Føroyum. 

Hetta ger so, at útbúgvin fólk, sum koma til Føroya at arbeiða, antin ikki fáa arbeiði her ella arbeiða sum ófaklærd. Tí er eitt tilmælið, at skundað eigur at vera undir arbeiðið at virðismeta útbúgvingarnar hjá útlendingunum, sum flyta til Føroya at arbeiða. 

Førleikametingin hjá Yrkisdeplinum, Fróðskaparsetrinum og ALS kundi verið við til at førleikamett og viðurkent arbeiðsroyndirnar og fakligu bakgrundina hjá útlendingum, so teir lættari fáa atgongd til privata og almenna arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610