Fiskiorkan bleiv ikki broytt kortini í kunngerðini

Fiskiorkan bleiv ikki broytt kortini í kunngerðini
Fiskiorkan hjá línuskipum er óbroytt, nú kunngerð um at rokna út fiskiorku, tá fiskidagar verða latnir, er lýst
Línufiskarí.
 
01.08.2019 - 12:32

Fiskiorkan hjá línuskipum er óbroytt, nú kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari er komin í gildi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlaði at broyta orðingina um línuskip frá 600 og størri til 600 til 2.772.

Hetta er metingarvirðið, sum verður brúkt, tá fiskidagar skifta eigara.

Metingarvirðið er longdin ganga breiddin ganga dýptin.

Men orðingin er óbroytt, tað er 600 og størri, í kunngerðini.  

Eingin forðing

Fiskiorkan 2.772 er størsta línuskip í Føroyum pluss tíggju prosent.

Fiskivinnuráðið mælti frá at gera broytingina, tí hon hevur álvarsamar avleiðingar fyri tey reiðarí, sum hugsa um at keypa brúkt línuskip, sum tó eru nýggjari enn verandi skip.

Broytingin merkir, sigur Fiskivinnuráðið, at skip størri enn 2.772 ikki kunnu fáa fiskidagar og hava als ikki atgongd til fiskidagaskipanina.

Fiskivinnuráðið vísti á, at broytingin kann vera ein forðing fyri, at línuflotin verður endurnýggjaður.

Hesum vísir Høgni Hoydal aftur. Ætlaða broytingin forðar ongum í at fáa sær skip, sigur hann.

Men nú kunngerðin er lýst, er orðingin um línuskip tann sama, sum hon hevur verið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286