Ferðavinnufelagið: Tørvur á einari felags skipan

Ferðavinnufelagið: Tørvur á einari felags skipan
Ferðavinnufelagið, sum nú leggur út í kjakið um, hvør hevur rættin til, at ganga í haga og hvør kann taka gjald fyri tað
Tørvur er á einari skipan, sum er galdandi fyri allar Føroyar, sigur Ferðavinnufelagið
 
05.08.2019 - 14:50

Tørvur er á einari skipan, sum er galdandi fyri allar Føroyar. Tað sigur Ferðavinnufelagið, sum nú leggur uppí kjakið um, hvør hevur rættin til, at ganga í haga og hvør kann taka gjald fyri tað.

Eins og Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya, so heldur Ferðavinnufelagið, at neyðugt er við dagførdari lóggávu, sum tekur hædd fyri fleiri áhugamálum enn teimum hjá landbúnaðinum.

 >> SÍ EISINI Hagafelagið: Politisk loysn má til

– Tess fleiri ymisk gjøld og ymiskar skipanir verða galdandi kring landið, tess torførari og ólagaligari verður tað hjá ferðasmiðjunum, at selja túrar kring oyggjarnar, og málið um at spjaða ferðafólkini kring landið gerst torførari at røkka, skrivar Ferðavinnuelagið. 

Felagið, sum røkir áhugamálini hjá Ferðavinnuni, heldur, at tørvur er á at skipa økið, dagføra lóggávuna og seta í verk eina gjøgnumskygda og landsfevnandi skipan, sum tryggjar hóskandi og rímiligar treytir.

Felagið mælir frá, at bóndir hvør í sínum lag taka gjøld frá fólki

Ferðavinnufelagið mælir komandi stjórn frá, at falla fyri freistingini, at leggja gjøld á ferðavinnuna við tí fyri eygað, at fáa so nógvan pening, sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi.

Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarførið. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál.

Tað kann skaða umdømið hjá Føroyum, sum ferðamál, um vit ikki hava gjøgnumskygdar skipanir við innkrevjing av gjøldum fyri atgongd til náttúruna. Gjald ella ikki gjald, so skal sama reglugerð verða galdandi í øllum landinum, sigur felagið í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120