- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin kannar útbúgvingar

Rumenar siga seg hava útbúgving sum handverkarar, men noyðast at vera í fakfelagi fyri arbeiðsfólk. Ikki allar útlendskar útbúgvingar, heldur ikki handverkaraútbúgvingar, eru góðkendar í danska ríkinum.
Men kanningin "Rumenar á loftinum" hjá 13 føroyskum fakfeløgum sigur, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða.
Skjalprógving ikki kravt
Lógin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum krevur ikki, at arbeiðsgevarum nýtist at skjalprógva útbúgving og førleikar, tá arbeiðsloysið í Føroyum er minni enn 3,5 prosent.
Tað fór niður um hetta markið í desember í 2014. Tí er vandi fyri, sigur kanningin hjá fakfeløgunum, at handverkarar arbeiða í Føroyum, men verða løntir sum arbeiðsmenn.
Kemur tað til sparpskeringar, ella verður málið sett á spíssin, sum niðurstøðan sigur í kanningini, ber til at siga, at lógin ger dulda lønardumping møguliga í Føroyum.



























