Ivi um fartelefonir og mastrar i Føroyum

Ivi um fartelefonir og mastrar i Føroyum
Stóra málið um skeivar upplýsingar hjá politinum í Danmark um fartelefonir og telemastrar kann fáa áhuga í Føroyum
Í Danmark fær politiið at vita, at telemastrar eru aðrastaðni enn teir eru
 
20.08.2019 - 13:19

Tí møguliga eru eisini hendir feilir fyri 2012. Og tá kann stóra málið um skeivar upplýsingar hjá politinum í Danmark um fartelefonir og telemastrar fáa áhuga í Føroyum.

Drápsmálið í Eysturoynni, tá tann 42 ára gamli Dánjal Petur Hansen í Runavík varð fyribeindur, byjaði í 2011. Í tí málinum brúkti ákæruvaldið nógvar upplýsingar um fartelefonir og telemastrar.

Anfinn V. Hansen, sum var verji hjá 33 ára gamla Milan Kolovrat, sum varð ákærdur og dømdur fyri drápið, sigur, at hann hevur einki frætt frá ákæruvaldinum nú um hetta málið.

Anfinn V. Hansen veit heldur ikki, um upplýsingarnar, sum politiið í Føroyum fær frá telemastrum, eru líka ivasamar sum tær, politiið í Danmark fær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234