Treytaleysa fongsulsrevsing fyri ætlan at selja sterk rúsevni

Treytaleysa fongsulsrevsing fyri ætlan at selja sterk rúsevni
Maðurin, sum játtaði seg sekan, var dømdur 16 mánaða fongsul
Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi í umleið ein mánað, fór aftur í Mjørkadal eftir dómin í gjár.
 
02.10.2026 - 08:27

Ein maður var í Føroya rætti í gjár dømdur treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava sterk rúsevni, sum hann ætlaði at selja.

Hann fekk eitt ár og fýra mánaðir.

Maðurin játtaði seg sekan.

Hann hevði 95 gramm av ketamini og 55 gramm av amfetamini í einum bústaði í Havn.

Maðurin, sum er føddur í 1989, hevur verið í varðhaldi síðani 9. september.

Hann fór aftur í Mjørkadal at sita,  eftir at hann fekk dómin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329