- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur vandi á ferð, tá nýggjur ruskbilur brast inn í tún á Argjum
Stórur vandi á ferð, tá nýggjur ruskbilur brast inn í tún á Argjum
Vandi var á ferð, tá ein av nýggju, el-riknu ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu fór á rull og brast inn í eitt tún á Rosságøtu á Argjum

Mynd: Sigmar Davidsen
02.10.2026 - 09:04
Løgreglan kannar, hví ein av nýggju, el-riknu ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu fór á rull og brast inn í eitt tún í Rosságøtu á Argjum.
Ruskbilurin hevði verið eftir húsarhaldsruski, tá óhappið hendi.
Lukkutíð var eingin fyri, og talan var bara um materiellan skaða, siga fólk í grannalagnum.
Enn er óvist, hví stóri og tungi ruskbilurin fór á rull, meðan førarin var eftir ruski.
Rosságøta er brøtt, og tað verður hildið, at ruskbilurin, ið vigar fleiri tons, rullaði einar 50 metrar, áðrenn hann fór gjøgnum ein garð og endaði í túninum hjá einum av húsunum niðast í gøtuni.
Myndir: Sigmar Davidsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






























