Nýggj lóg um hvitar pengar og yvirgang

Nýggj lóg um hvitar pengar og yvirgang
1.september kemur nýggj lóg í gildi í Føroyum um at vaska pengar hvítar og fíggja yvirgang
Føroyskir pengar skulu ikki brúkast til yvirgang, sigur ríkislóg.
 
23.08.2019 - 12:19

1.september kemur nýggj lóg í gildi í Føroyum um at vaska pengar hvítar og fíggja yvirgang.

Talan er um ríkislóg, sum er lagað til eftir føroyskum viðurskiftum.

Løgtingið samtykti lógina 21.mars í ár.

Lógin kemur í staðin fyri lógina frá 2008.

Lógin skal forða fyri, at svartir pengar gerast lógligir, tí teir verða, sum sagt verður, vaskaðir hvítir, tað er, at pengar, sum stava frá brotsgerðum, verða gjørdir lógligir.

Tað kann gerast millum annað við at veksla pengarnar til annað gjaldoyra, ella flyta pengarnar talgilt til annað land.

Svørtu pengarnir kunnu eisini brúkast til at keypa fastogn ella annað til vinnuvirki.

Lógin skal forða

Lógin skal eisini forða fyri, at pengar fara úr Føroyum til yvirgang.  

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum segði, tá hon viðgjørdi málið í vár, at tað er týdningarmikið fyri Føroyar, at lóggávan á hesum økinum er dagførd og á sama stigi sum lóggávan í ES og grannalondum okkara annars. 

Altjóða felagsskapurin, Financial Action Task Force, ger meginreglurnar um, hvussu londini eiga at gera lógir, sum forða fyri, at pengar verða vaskaðir hvítir, og yvirgangur verður fíggjaður. 

Føroyar eru sum limur í ríkisfelagsskapinum eisini limur í FATF.

Nú lógin í Føroyum er dagførd, lúka Føroyar krøvini hjá altjóða felagsskapinum, segði Fíggjarnevndin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037