Amerikanski varaforsetin til Íslands í dag

Amerikanski varaforsetin til Íslands í dag
Sambært Reuters-tíðindastovuni, er høvuðsevnið fyri vitjanina hjá  Pence tjóðartrygd, og at Kina og Russland gera innrás í norðurpólskringin
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
04.09.2019 - 06:47

Hann skal m.a. hitta íslendska forsætisráðharran, Katrin Jakobsdóttir. Tað skrivar íslendska kringvarpið, RUV.

Fyri stuttum kom fram, at amerikianska luftverjan fer at økja um virksemi sítt í Íslandi, og ger íløgur fyri meira enn 370 miljónir danskar krónur í tænastur í Keflavíkar flogvøllinum, so at 18-24 jagarflogfør kunnu hava støð í Íslandi.

Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, segði mánadagin í samrøðu við RUV, at hon stúrir fyri øktu herbúgvingini í Arktis - sama hvaðani hon kemur. 

- Tað snýr seg ikki bara um USA, men eisini um Russland og Kina, tí eg haldi ikki, at hetta er leiðin til friðarligt samskifti. Eg eri serstakliga stúrin, tá ið størsta hóttanin, sum vit hava, ikki er hernaðarlig, men veðurlagsbroytingar, segði Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri. 

Katrin Jakobsdóttir og Mike Pence hittast í kvøld. Á vitjanini í Íslandi skal Pence eisini hitta íslendska forsetan, Guðna  Jóhannesson, og Guðlaug Tór Tórðarson, uttanríkisráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025