Sleppa ikki av við 8.500 tons av menningarkvotum

Sleppa ikki av við 8.500 tons av menningarkvotum
Enn er ikki tikin endalig støða til helvtina av menningarkvotunum í ár
Virkið í Skopun tekur ikki uppsjóvarfisk
 
12.09.2019 - 12:40

Seks feløg fingu tilsøgn um menningarkvotur í ár. Tríggjar tilsagnir eru endaliga avgreiddar úr Fiskimálaráðnum, men tríggjar eru eftir, sum støða ikki er tikin til.

Virkið hjá Sandoy Seafood í Skopun tekur ikki uppsjóvarfisk.

P/f Thor og p/f Sandoy Seafood, sum søktu saman, hava tí boðað Fiskimálaráðnum frá, at tey ikki sleppa av við fiskin í Sandoynni.

1.000 tons av makreli og 7.500 tons av sild

Thor og Sandoy Seafood fingu 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. P/f Vørðustíggjur, sum eisini er í Sandoynni, hevur sagt Fiskimálaráðnum tað sama. 

Tað felagið hevur eisini fingið 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild í menningarkvotu. Tann eina menningarkvotan, sum fór til Suðuroynna, er heldur ikki avgreidd enn.

P/f North Atlantic Seafood í Vági fekk 5.500 tons av svartkjafti. Felagið hevur ikki boðað frá enn, hvussu kvotan verður brúkt. 37 søktu um menningarkvotu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946