Danmark ikki áhugavert uttan Grønland og Føroyar

Danmark ikki áhugavert uttan Grønland og Føroyar
Grønland og Føroyar skulu hava størri frælsi, tá ið ræður um uttanríkispolitisk viðurkifti í ríkisfelagsskapinum
Danmark lítið áhugavert strategiskt uttan Grønland og Føroyar, heldur løgmaður
 
22.09.2019 - 15:22

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við heimasíðuna altinget.dk

Hann heldur, at danskir politikarar eiga at hava áhuga fyri, at bæði Føroyar og Grønland kenna seg væl í ríkisfelagsskapinum og fáa hóskandi rásarúm í felagsskapinum.

Fara Føroyar og Grønland úr ríkisfelagsskapinum, verður Danmark eitt lítið land í heimssamfelagnum og lítið áhugavert í altjóða politiskum høpi, sigur løgmaður í samrøðuni við altinget.dk

Kunnu ikki tala við hvør sínari rødd

Herfyri boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA hevði hug at keypa Grønland, sum liggur væl fyri strategiskt, tá hugsað verður um Arktis.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at eitt øki, har føroyingar vilja hava størri rásarúm, er í DGF-skipanini, sum hon verður nevnd.

Hendan skipanin gevur Føroyum og Grønlandi møguleika at reka egnan uttanríkispolitikk í ávísan mun, men trupulleikin er, at skipanin bindur Føroyar og Grønland saman, og tí kunnu londini ikki tala við hvør sínari rødd, hóast tey eru ósamd.

Makrelurin

Hetta er til dømis galdandi fyri makrelfiskiskapin, har Føroyar og Grønland hava hvør síni áhugamál.

Við góðum og konstruktivum samskifti fer vónandi at bera til at broyta ella víðka DFG-skipanina, so vit fáa møguleika at gera avtalur, sum bara umfata Føroyar, sigur Bárður á Steig Nielsen við altinget.dk

Løgmaður heldur eisini, at tað skal verða lættari hjá útlendingum at arbeiða í Føroyum. Arbeiðsloysið er lítið og einki, og tørvurin á arbeiðsmegi hevur avleiðingar, sigur hann.

Støðan elvir til trongar og lønartrýst. Fara lønirnar á glið, verður eisini galið við búskapinum. Tí hava vit ætlanir um at lata upp fyri møguleikanum, at uppaftur fleiri útlendingar kom til Føroya at arbeiða, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðuni við altinget.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775