KÍ fingið gullið um hálsin

KÍ fingið gullið um hálsin
Føroyameistaraheitið er eftir tvey ár í útlegd aftur í Klaksvík, tí í gjár fingu klaksvíkskvinnur gullkrónurnar um hálsin eftir javnleik í móti HB
Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið
 
29.09.2019 - 12:57

Tær hava verið einaráðandi í føroyskum fótbólti, KÍ-kvinnurnar, seinastu mongu árini. 17 ár upp í slag vunnu tær FM, men í fjør og fyrraárið æt føroyameistarin EB/Streymur/Skála.

So er ikki longur. Nú eitur føroyameistarin aftur KÍ. Tað gjørdist greitt fyri tveimum vikum síðani, tá liðið úr Klaksvík í næstsíðsta umfari kom fýra stig framum HB, sum harvið ikki kundi yvirhála KÍ aftur á seinasta leikdegi.

Gullkrónurnar komu um hálsin í Gundadali, har KÍ dystaðist við nýklaktu steypavinnararnar. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Sigrun Sirdal legði KÍ framum eftir bara fimm minuttum, men seks minuttir eftir steðgin javnaði HB, tá Elmi Isaksen stýrdi bóltin í egið net.

Hin dysturin í Betri deildini hjá kvinnum í gjár endaði við 2-1 sigri til EB/Streym/Skála í móti B36.

At vinna meistaraheitið 17 ár upp í slag er heimsmet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037