Listasavnið lekur

Listasavnið lekur
Listasavn Føroya hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at trupulleikar eru við lekum í savninum
 
01.10.2019 - 15:48

Takið á Listasavninum lekur, og tann lekin skal tettast, so myndlistaligi mentanararvur Føroya ikki forferst, stendur í uppskotinum um eykajáttanir, sum er komið úr landsstýrinum.

Listasavn Føroya hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at trupulleikar eru við lekum í savninum. Í fyrsta umfari krevur takið í nýggjara partinum av Listasavninum eina bráðfeingis umvæling.

Arbeiðið størri enn væntað

Umvælingin skal forða fyri, at vatn kemur til veggirnar í Listasavninum, har myndirnar hanga. Listasavnið er longu farið undir umvælingarnar. 

Ætlanin var, at sjálvsognarstovnurin fyri Listasavnið sjálvur skuldi fíggja umvælingararbeiðið. Arbeiðið er tó vorðið størri enn væntað. Løgtingið verður tí biðið um 500.000 krónur til bráðfeingis umvælingarnar.

Listasavnið hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at komandi árini krevur Listasavnið eina stóra umvæling. Neyðugt verður at fyrireika ta verkætlanina væl, áðrenn farið verður víðari við málinum, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531