Fult umfar í bestu fótbóltsdeildini

Fult umfar í bestu fótbóltsdeildini
Triðseinasta umfarið hjá monnunum verður spælt í dag
 
05.10.2019 - 11:10

Fult umfar verður í Betri deildini hjá monnum í dag. Tað merkir, at fimm dystir verða spældir, og tað kemur at seta sín dám á útvarpsskránna seinnapartin.

Dystirnir eru hesir:

HB - NSÍ
ÍF - AB
EB/Streymur - B36
Skála - TB
Víkingur - KÍ

Talan er um 25. umfar í Betri deildini, har spenningurin er stórur, tí KÍ og B36 eru ájøvn í stigum, 57 stig hvør.

Kappingin hørð um triðja plássið

Kappingin um triðja plássið er eisini hørð, tí einans trý stig skilja NSÍ og Víking, sum eru ávikavist nummar trý og fýra. Í útvarpinum fara vit at siga frá dystunum hjá oddaliðunum báðum.

Vit byrja á Eiði klokkan 16:30, tá dysturin millum EB/Streym og B36 verður bríkslaður í gongd. Og so siga vit eisini frá dystinum millum Víking og KÍ klokkan fimm.

Tíðindini í útvarpinum í kvøld koma tó sum vant klokkan 18:00, men í eini styttari útgávu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377