Ein vindskaði í Vestmanna

Ein vindskaði í Vestmanna
Løgreglan fekk um fimm tíðina í morgun fráboðan um ein vindskaða Inni á Fjørð í Vestmanna
Løgreglan fekk í morgun fráboðan um, at stórar aluminiums takplátur vóru farnar á flog í Vestmanna
 
07.10.2019 - 05:59

Nakrar stóra aluminiums takplátur vóru í morgun farnar á flog, og fuku runt á vinnuøkinum Inni á Fjørð, har Sam plagdi at leggja at.

Sløkkiliðsfólk eru júst farin á staðið, so tað er í løtuni óvist, hvønn skaða takpláturnar hava gjørt, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Takpláturnar eru helst foknar langt, tí tað er eitt fitt strekki frá vinnuøkinum til har, stóru takpláturnar helst eru komnar frá, sigur løgreglan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809