Málið latið ákæruvaldinum

Málið latið ákæruvaldinum
Eitt mál um tveir mans, ið skutu so nær landi, at ein triði maður varð raktur av høglum, skal nú roynast í Føroya rætti
Rætturin skal nú taka støðu til, um tveir menn skulu revsast, tí teir tíðliga í hesum mánaðinum skutu fugl so nær landi, at ein maður á landi varð raktur av høglum
 
24.10.2019 - 16:09

Løgreglan er liðug at kanna ein tilburð, sum fór fram í Klaksvík tíðliga í hesum mánaðinum, tá ein maður varð raktur av tí, hildið verður vóru høgl frá byrsuskoti á vágni.

Tað vóru tveir mans í einum báti millum Klaksvík og Ánirnar, ið helst skutu fugl so nær landi, at høglini raktu mannin, sum arbeiddi á kaiini.

Teir báðir menninir, ið skutu, vóru í 30-unum og 40-unum. Hvørgin teirra hevði vápnatrygdarskeið ella vápnaprógv, og teir skutu en sunnudag, og tað er ikki loyvt. 

 >> SÍ EISINI Maður raktur av høglum

Maðurin, sum varð raktur, fekk ikki mein av skotunum, men tilburðurin varð kannaður, tí skotið varð so nær landi, at høglini raktu fólk.

Jan Poulsen, økisleiðari fyri Norðoyggjar, sigur, at málið endar í rættinum, tí einki fordømi er um slíkt mál. Rætturin skal taka støðu til, hvussu stóra sekt, menninir skulu hava.

Málið er latið ákæruvaldinum, og tað verður borið í rættin í næstum, sigur Jan Poulsen, økisleiðari, við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525