Best egnað til býarvøkstur

Best egnað til býarvøkstur
Stóratjørn í Hoyvíkshaganum verður mett at vera eitt tað best egnaða økið til býarvøkstur í Havn
Tórshavnar býráð fer at viðgera Stórutjørn í annaðkvøld. Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn
 
29.10.2019 - 08:44

So væl egnað, at arkitektar nú verða bidnir um at siga býráðnum, hvussu økið skal skipast. Tórshavnar býráð fer at viðgera Stórutjørn í annaðkvøld.

Tekniski stjórin og leiðarin á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu mæla til, at økið við Stórutjørn verður boðið út sum arkitektakapping.

Mælt verður eisini til at játta eina millión krónur til vinnarar, dómsnevnd og til uttanhýsis ráðgeving í sambandi við kappingina.

Kommunan skal møguliga eisini keypa góð hugskot, sum koma. Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592