Avgerðin takast í kvøld

Avgerðin takast í kvøld
Býráðið í Havn fer nú at gera av, um dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir
Pedagogfelagið mótmælir ætlanini hjá býráðnum at gera eindarleiðslur
 
30.10.2019 - 14:50

Tórshavnar býráð fer í kvøld at gera av, um teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir, hvør við sínum leiðara, sum hevur 185 starvsfólk. 

Henda broytingin kostar 2,75 milliónir krónur. Býráðið skal eisini í kvøld gera av, um 4,5 milliónir krónur skulu játtast til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. 

Við hesum verður fíggingin til børn og ung í 2020 okkurt um 200 milliónir krónur næsta ár. Talan er um 3.000 børn og ung og 750 starvsfólk.

Pedagogfelagið mótmælir ætlanini hjá býráðnum at gera eindarleiðslur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375