Maður framvegis horvin

Maður framvegis horvin
Maðurin, sum politiið í Føroyum varð biðið um at leita eftir um mánaðaskiftið september-oktober, er ikki funnin enn
Bastien Porée, sum er úr Fraklandi, kom til Føroya 20. februar, og er ikki sæddur síðani
Mynd: politi.fo  
 
07.11.2019 - 13:17

Maðurin, sum er úr Fraklandi, fór umborð á Norrönu í Seyðisfirði tann 20. februar. Hann er komin í land í Føroyum, men tveir dagar seinni hvarv hann. 

Politiið veit, hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Politiið sigur, at maðurin er ikki farin úr Føroyum við nøkrum fari, skipi ella flogfari, sum plagar at flyta fólk úr Føroyum.

 >> SÍ EISINI Løgreglan leitar eftir útlendingi

Maðurin, sum eitur Bastien Porée, er fyrst í tríatiárunum. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra.

Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá Bastien Porée ikki hevur hoyrt frá honum síðani síðst í januar í ár. Ein vinmaður hansara hevði samband við hann síðst í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161