Send av landinum aftur

Send av landinum aftur
Ein móður og sonur úr Iran vórðu í morgun send aftur til Danmarkar, tí tey eru komin til Føroya ólógliga
Tvey fólk, sum vórðu afturhildin á Flogvøllinum í Vágum, vórðu í morgun send av landinum aftur
 
08.11.2019 - 12:41

Fólkini ætlaðu sær víðari til Skotlands, men vórðu afturhildin á flogvøllinum fyri einum mánað síðani. Tey bæði fólkini úr Iran vórðu í morgun send til Danmarkar við løgreglufylgi.

Orsøkin er, at tey bæði fólkini høvdu følsk pass og vóru ólógliga í Føroyum. Tað sigur vaktleiðarin hjá løgregluni á Flogvøllinum í Vágum.

Talan er um eina 45 ára gamla kvinnu og ein 17 ára gamlan mann, ið siga seg vera móður og sonur. Løgreglan sigur, tað er trupult at eftirkanna, um tað passar, tí samleiki teirra er óvissur.

Sitið í varðhaldi í ein mánað

Tey ætlaðu sær til Skotlands umvegis Føroyar og tá tey skuldu víðari til Skotlands hin 7. oktober, vórðu tey tikin á flogvøllinum og handtikin. 

Mamman og sonurin úr Iran hava sitið í varðhaldi síðan hendingina, og var málið fyri í rættinum 23. oktober. Mamman varð dømd 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

Tá eru dagarnir - hon hevur sitið í varðhaldi í Føroyum - íroknaðir, og trý ára innferðarforboð til Føroya. Sonurin hevði eisini falskt pass, men varð fríkendur, tí hann var undir 18 ár.

Fleiri hava roynt tað sama

Tað er UdlændingeCenter Nordsjælland, sum tekur ímóti íranunum í Danmark og skal taka støðu til, hvat víðari hendir við teimum.

Síðan juli í ár hava seks iranar roynt at sloppið til Skotlands umvegis Føroyar. Løgreglan veit ikki at siga, hví hesi velja júst Føroyar sum skiftisland. 

Passeftirlit er ikki til Føroya frá Danmark. Men passini verða kannað við fráferð frá Føroyum til Bretlands, tí Bretland ikki er partur av Schengenavtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525